Breddin

Breddin: Bústaðir
14-10-2021
Ruðuleiki valdar í Bústøðum

Regin Hammer, nevndarformaður, hevur sett Andras Róin til viks sum stjóra í Bústøðum og ósemja valdar í stýrinum. Stjórin, Andras Róin, sleppur hvørki at tosa við miðlar ella annars at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer, nevndarformanni.

Hetta hevur nevndarformaðurin gjørt við at seta nýggja áseting í starvsskipanina fyri Bústaðir. Talan er um punkt 6.3 í starvsskipanini, har staðfest verður, at: "Stýrisformaðurin myndar felagið saman við stjóra. Stjóri úttalar seg vegna felagið eftir avtalu við stýrisformannin." og "Kunning úr felagnum er eftir avtalu við stýrisformannin".

Slík áseting hevur ikki áður verið í starvsskipanini fyri Bústaðir, men varð samtykt á stýrisfundi á mikkjalsmessu, tann 29. september. Tó ikki av einum samdum stýri. Tríggir stýrislimir vóru fyri broytingini og tveir ímóti. Sum Kringvarpið skilir, so er hetta við 3-2 atkvøðugreiðslu vorðin alsamt meira vanligur kostur í stýrisarbeiðinum.

Nýggja starvsskipanin skal formliga góðkennast av landsstýriskvinnuni í almannamálum, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur. Landsstýriskvinnan vil ikki tosa við Kringvarpið um málið, men sigur í einum SMS-boðum: "Eg havi onki at siga til málið um uppskotið til starvsskipan hjá Bústøðum, tí tað er júst komið inn og verður fyrst viðgjørt av míni umsiting, áðrenn eg fái tað til støðutakan."

Stjórin í Bústøðum, Andras Róin, er ikki til arbeiðis í løtuni. Hann er sjúkraskrivaður. Tað váttar hann fyri Kringvarpinum. Tá hann verður spurdur, um hetta hevur nakað við nýggju støðuna at gera, er svarið, at "hann kann ikki úttala seg um Bústaðir yvirhøvur".

Regin Hammer vildi ikki koma í útvarpsstovuna í dag, men sigur í skrivligum boðum: "Tú ert vælkomin at sitera meg fyri at siga 1) at eg vil ikki gera viðmerkingar til eitt mál um starvsskipan, sum í løtuni er til viðgerðar í Almannamálaráðnum - tey mugu sleppa at arbeiða í friði. Og 2) at eg vil ikki gera viðmerkingar til arbeiðið innanhýsis í stýrinum - tað er í trúnaði."

Í sendingini tosa vit við Eyðfinnur Jacobsen, advokat við royndum í nevndararbeiði og Jóhann Mortensen, fyrrverandi stýrisformaður fyri nevndina í Bústøðum. Og so virjar aðalstjórin í Almannamálaráðnum, Eyðun Mohr Hansen, í útvarpsstovuni.

Gjørt sendingina hava John Johannesen, Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Ein triðingur av matframleiðsluni í heiminum endar sum burturkast. Hvussu sleppa vit undan óneyðugum matoyðsli? Tað spyrja vit um í Breddanum í dag.
23-01-2024
Eygleiðari metir um fyrsta árið hjá samgonguni og løgmaður kemur á gátt í útvarpsstovuni
08-12-2023
Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi
07-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023