Breddin

Breddin: Bústaðir og stjórnarskiftið í Noregi
15-10-2021
Bústaðir, álit á miðfyrisitingina og nýggj stjórn í Noregi

Í Breddanum í gjár kom fram, at stjórin í Bústøðum, Andras Róin, er settur til viks sum stjóri og at ósemja valdar í stýrinum. Andras Róin sleppur nú hvørki at tosa við miðlar ella at kunna um bústaðarfelagið uttan góðkenning frá Regini Hammer, stýrisformanni.

Hetta hevur stýrisformaðurin gjørt við at seta nýggja áseting í starvsskipanina fyri Bústaðir. Talan er um punkt 6.3 í starvsskipanini, har staðfest verður, at "Stýrisformaðurin myndar felagið saman við stjóra. Stjóri úttalar seg vegna felagið eftir avtalu við stýrisformannin." og "Kunning úr felagnum er eftir avtalu við stýrisformannin".

Slík áseting hevur ikki áður verið í starvsskipanini fyri Bústaðir, men varð samtykt á stýrisfundi á mikkjalsmessu, tann 29. september. 

Vit tosa við Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, sum varðar av Bústøðum. Hon er stødd uttanlands í løtuni, men e við á telefonini.

Vantandi álit á miðfyrisitingina

Føroyingar hava lítið álit á miðfyrisitingini. Tað vísir kanning, sum Fróðskaparsetrið hevur gjørt eftir altjóða leisti.

Í mai og juni mánaði varð kannað, hvussu stórt ella lítið álit føroyingar hava á ymsu stovnunum og myndugleikunum í Føroyum. Knøpp 800 fólk vórðu spurd, og tað er greiningarfyritøkan, Lóður, sum hevur savnað dáturnar inn fyri Setrið. Fólk vórðu biðin um at viga síni svar og siga, um tey hava stórt, nokkso stórt, ikki serliga stórt ella einki álit á stovnunum og myndugleikunum á listanum, og ein svarmøguleiki var, at tey ikki vita.

Úrslitið er, at løgreglan hevur mest álit millum tey spurdu, síðani koma dómstólarnir, Fólkakirkjan, Fróðskaparsetrið, Havstovan, fakfeløg, Búskaparráðið, Kringvarp Føroya, landsins stjórn, samkomur/fríkirkjur, Løgtingið, stórar fyritøkur, bankarnir, miðfyrisitingin, privatu miðlarnir og politisku flokkarnir. Altso er miðfyrisitingin á triðjaftasta plássi, tá tað snýr seg um álit millum fólk. 43 prosent av føroyingum hava álit á miðfyrisitingi.

Samanbera vit kanningina við kanningar, sum eru gjørdar eftir sama leisti í hinum norðurlondunum, so liggur føroyska miðfyrisitingin á aftasta plássi. Álitið er størst í Noreg, síðani kemur Svøríki, so Ísland, Danmark og so Finnland - og aftast liggja so Føroyar.

Herálvur Joensen, aðalstjóri í umhvørvis- og vinnumálaráðnum, greiðir frá hví almenna fyrisitingin ikki er so sjónlig og hvussu fyrisitingin kann betra um álitið.

Nýggj stjórn í Noregi

Ein fólkaræðisligur hátíðardámur lá yvir slotsplássinum í Oslo í gjár, tá Jonas Gahr Støre, formaður í norska Arbeiðaraflokkinum og nýggjur forsætisráðharri, kundi presenteraði nýggju ráðharrarnar uttanfyri slottið.

Har ein tekur við - er tað ein annar sum sleppur. Og tað var eisini galdandi í Oslo í gjár, tí áðrenn Jonas Gahr Støre og nýggju ráðharrarnir sluppu framat, vóru Ernu Solberg, fráfarandi forsætisráðharri, og hennara ráðharrar á vitjan hjá Haraldi kongi og takkaðu fyri seg. 

Nýggja stjórnin hjá Jonas Gahr Støre er eitt samstarv millum Arbeiðaraflokkin og Senterflokkin, har Trygve Slagsvold Vedum er formaður.  Tilsamans hava Arbeiðaraflokkurin og Senterflokkurin 76 tingfólk í Stórtinginum. Tað er níggju færri enn tey 85 umboðini, sum eru neyðug fyri at fáa ein meiriluta í Stórtinginum. Talan er sostatt um eina minnilutastjórn, sum hevur tørv á stuðli frá øðrum flokkum í Stórtinginum. Mest upplagta samstarvið er við hinar flokkarnar á vinstravonginum í norskum politikki - Sosialistiski Vinstraflokkurin, Reytt og Umhvørvisflokkurin teir Grønu. 

Men sambært Martu Hjalmarsdóttir Mýru, stjórnmálafrøðingur, sum fylgir væl við í norskum politikki, hava teir longu funnist at samgonguskjalinum fyri at vera ov grátt. 

 

Gjørt sendingina hava John Johannesne, Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Eygleiðari metir um fyrsta árið hjá samgonguni og løgmaður kemur á gátt í útvarpsstovuni
08-12-2023
Sambært frágreiðingini er føroyska PISA-úrslitið, serliga í støddfrøði, skelkandi
07-12-2023
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023
Menn liva styttri enn kvinnur og hava verri heilsu. Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, vit viðgera tí menn og javnstøðu
21-11-2023