Breddin

Breddin: Rentustuðul og støðan í Suðurkinesiska havinum
19-10-2021
Um rentustuðul og spentu støðuna í Suðurkinesiska havinum

Tvey evni eru í Breddanum.

Støðan millum Taiwan og Kina hevur leingi verið spent. Men stríðið hjá Taiwan um sjálvræði og frælsi hevur tikið dik á seg seinastu tíðina, og nú er støðan verri enn nakrantíð. Eygleiðarar kalla sambandið landanna millum fyri eitt nervakríggj.

Kina ger alsamt meir um seg í Suðurkinesiska havinum, og javnan flúgva kinesisk hernaðarflogfør inn í taivanskt loftrúm. Tað elvir til stúran hjá taiwansku myndugleikunum, serliga tí Kina tvíheldur um, at Taiwan er ein partur av Kina, og eigur at vera undir kinesiskum valdi. Fyri fáum døgum síðani flugu 38 kinesisk hernaðarflogfør í taiwanska loftrúminum. 150 flogfør eru skrásett at flogið har innan bert fýra dagar. Tað er eitt søguliga høgt tal. Millum flogførini vóru bumbuflogfør, sum kunnu bera kjarnorkuvápn.

Gongdin seinastu tíðina hevur fingið Taiwan at brynja seg til kríggj, og í ár gjørdi landið av at hækka útreiðslurnar til verju upp í 95 milliardir kr.

Vit hyggja nærri at spentu støðuni í Syðurkinesiska havinum.

Rentustuðul aftur á breddan

Føroysk húski hava fingið rentustuðul síðani 1996. Tað var eitt hent hjálparamboð í kjalarvørrinum av kreppuni í 90unum. Men tað eru ikki longur krepputíðir, so nær er tíðin búgvin at avtaka rentustuðulin? 
Búskaparfrøðingur vitjar í útvarpsstovuni.

Tá løgtingið í 1996 samtykti rentustuðulin, bleiv hann settur til at vera 48 prosent. hann skuldi kortini lækka næstu árini, so at hann úr 1997 til 2003 lækkaði stigvíst úr 48 prosentum niður í 40 prosent.  Har bleiv hann verandi fram til 2009, tá Jóannes Eidesgaard, landsstýrismaður í fíggjarmálum, legði uppskot fram á tingi um at lækka hann úr 40 prosentum niður í 35 prosent. Tað skuldi gerast við, at hann tey næstu fimm árini skuldu lækka stigvist við einum prosentstigi. 

Við uppskotinum bleiv mett, at landskassin spardi 20 milliónir um árið. Fyri húsarhaldini bleiv mett, at ein lækking á 5 prosent í rentustuðlinum hevði sama virknað sum ein hækking í lánsrentuni á hálvt prosent. Uppskotið bleiv broytt, við onkrum broytingum, við 22 atkvøðum fyri og einari ímóti. 

Og har, á 35 prosentum, hevur hann verið síðan.

Sendingina gjørdu Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024
Lógin um burðadygga ferðavinnu fer at minka um inntøkugrundarlagið á smærru plássunum, heldur stjórin í Jarðum og talsmaður fyri hagapartarnar í Mykinesi
30-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?
26-01-2024
Í sendingini verður ljós varpað á uppskotið frá Joe Biden, forseta, og António Guterres, ST-aðalskrivara, um eina loysn, har palestinar eisini fáa sítt egna land.
25-01-2024