Breddin

Breddin: Kanningarstjórar
21-10-2021
Um kanningarstjórar

Støðan er spent í løgtinginum í hesum døgum - Ætlanin at seta ein kanningarstjóra at kanna útlutanina av kvotum í fiskimálaráðnum spøkir. 14 undirskriftir skulu til, og andstøðan hevur boðað frá, at hon tekur undir við at seta ein kanningarstjóra, men hvussu við samgonguni? 

Vit lodda dýpið í tinginum í dag, og viðgera støðuna við politiskum viðmerkjarum í útvarpsstovuni

Spurningurin hevur ligið í luftini í nakrar vikur nú, men nú tykist svarið at vera á gáttini. 

Og søguliga sæð hava vit gjørt brúk av kanningarstjórum í fleiri førum. Um ein kanningarstjóri verður settur í hesum føri, verður tað níggjundu ferð, at formannskapurin í løgtinginum fær eina áheitan um at seta ein kanningarstjóra.

Og nú verður helst aftur ein kanningarstjóri settur. 

Grein 38 stykki 2 í stýrisskipanarlógini sigur, at tveir fimtingar av tinginum hava rætt til at krevja, at kanningarstjóri verður settur. Við núverandi tingmannatalið er sostatt neyðugt við 14 undirskriftum.

Í sendingini tosa vit við umboð fyri andstøðu og samgongu. Eisini vitjar Eirikur Lindenskov í útvarpsstovuni.

Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzman, Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024