Breddin

Breddin: Kirkjuráðsval og leikluturin hjá fólkakirkjuni
22-10-2021
Um kirkjuráðsval og leiklutin hjá fólkakirkjuni í samfelagnum

Fjórða hvørt ár er val til kirkjuráðið, og um smáar tvær vikur skulu nýggj kirkjuráð veljast. 

Upggávurnar hjá einum kirkjuráðið er m.a. at umsita kirkjukassarnar, taka avgerð um, hvussu kirkjutænastan skal skipast, og síggja til, at kirkjubygningurin á hvørjum ári verður sýnaður. Tá prestur skal setast, eru tað kirkjuráðini, ið innstilla, hvør skal setast í starvið. Kirkjuráðið skal saman við sóknarprestinum taka sær av kirkjuni sum bygningi og virka fyri tí kirkjuliga lívinum í sóknini.

Í sendingini greiðir Andrias Ziska, stiftsfulltrúi í føroysku fólkakirkjuni, frá um komandi kirkjuráðsvalið.

Og frá kirkjuráðsvalinum fara vit til eitt kjak um leiklutin hjá fólkakirkjuni í samfelagnum.

Jógvan Fríðriksson, biskupur, og Eivin Simonsen, sum er cand. mag. í enskum og donskum, kjakast um leiklutin hjá fólkakirkjuni í útvarpsstovuni.

Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzman, Hallur av Rana og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024