Breddin

Breddin: Bústaðir og koronastøðan
27-10-2021
Bústaðir og koronastøðan

Ófriðurin í Bústøðum fekk ein fyribils enda í gjáramorguni, tá stýrið valdi at umskipa seg. Hetta hendi eftir nakrar rokfullar dagar, har Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, varð løgd undir trýst av øllum flokkum á løgtingi at loysa støðuna. Landsstýriskvinnan hevði ikki meira enn fráboðað, at hon nú fór at gera nakað, fyrr enn Stýrið sjálvt yvirhálaði hana og umskipaði seg.

Men er hetta nóg mikið til at fáa frið í lag og fáa Bústaðir at virka aftur? Tann spurningin seta vit Ingilín D. Strøm úr Javnaðarflokkinum og Christiani Andreasen úr Fólkaflokinum.

437 fólk smittað og 5 fólk innløgd við covid-19. Koronatølini hava aldrin áður verið so høg. Hvat kann gerast fyri at venda støðun? Vit tosa við Lars Fodgaard Møller, landslækna, og Pál Weihe, serlækna.

Sendingina gjørdu: Elin Mirjamsdóttir, Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum eisini er redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024