Breddin

Breddin: Veðurlagstoppfundurin COP26
28-10-2021
COP26 ráðstevnan setur dám á Breddan restina av vikuni. Í dagsins sending hyggja vit eftir hvussu veðurlagsbroytingarnar merkjast í Føroyum og hvat vit kunnu gera

- Heimurin er á beinari kós móti eini veðurlagsvanluku.

ST-aðalskrivarin António Guterres legði ikki fingrarnar ímillum, tá hann fekk orðið í samband við nýggjastu frágreiðingina hjá Veðurlagsnevndini hjá ST. 

Ávaringin fall einans nakrar fáar dagar áðrenn COP26-veðurlagstoppfundin, sum byrjar sunnudagin. 

Í Breddanum næstu dagarnar hyggja vit nærri eftir veðurlagsbroytingunum í samband við stóra veðurlagstoppfundin. 

Í dag er fokus á nakrar av lívfrøðiligu broytingunum í Føroyum. 

Gestir eru Súni Petersen, deildarleiðari í Umhvørvisstovuni, Sjúrður Hammer, Ph.D. í lívfrøði, Jóhannis Danielsen, ph.d. í lívfrøði, og Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í umhvørvismálum. 

Gjørt sendingina hava Elin Mirjamsdóttir, Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024