Breddin

Breddin: Kjarnorka og influensukoppseting
09-11-2021
Kjarnorka og influensukoppseting á breddan

Kjarnorka.

Orðið vekir minnir um rund gul klistrimerki við orðunum Nei takk, skrivað á, og minnir um tíðindasendingar um Tjernobyl, Fukushima og um avtalur við Iran.

Men hinvegin er tað eisini ein grøn orkukelda í eini tíð, har mong leita við ljós og lykt eftir alternativum orkukeldum, til olju, kol og gass.

Spurningurin um kjarnorku hevur lyndið til at býta fólk í tveir bólkar. Tey, sum síggja eina grøna orkukeldu, og tey, sum síggja dálkingina og vandarnar og als ikki halda, at tað er so grønt. 

Tað eru í dag fleiri enn 440 kjarnorkuverk kring allan heim, og í nøkrum londum er kjarnorka ein stórur partur av orkuframleiðsluni, mest í Fraklandi, har 70% av samlaðu orkuframleiðsluni kemur frá kjarnorku.

Men í Týsklandi er hugburðurin til kjarnorku ein annar. Har eru tey við at útfasa tey fáu kjarnorkuverkini, sum eftir eru, og átta av 17 kjarnorkuverkunum vóru afturlatin eftir vanlukkuna í Fukushima í 2011.

Týskarar øtaðust avleiðingarnar av vanlukkuni í Fukushima í Japan, sum var lagt í oyði, tá ein flóðalda skolaði inn yvir kjarnorkuverkið eftir ein jarðskjálvta. Upp ímóti 1/4 av orkuni í Týsklandi kom áðrenn hetta frá kjarnorku. Nú eru tað um 10 prosent frá seks virknum kjarnokruverkum, og tá hetta árið er av, verða trý kjarnorkuverk aftrat latin aftur.

Kjarnorkuverkini virka í roynd og veru orku á sama hátt, sum eitt dampverk. Vatn verður hitað upp, og dampurin fær turbinur at mala, sum síðani skapa orkuna. Hitin í vatninum kemur frá tí orkuni sum verður leysgivin, tá ið uran-atomini vera kloyvd, tilgongdin, sum á fakmálið verður kallað fissión.

Men í hesi tilgongdini er eisini eitt avlop - kjarnorkuburturkast. Hetta er ein av teimum stóru spurningunum, tá ið tað kemur til kjarnorku, tí burturkastið er geislavirkið, og verður tað í nógv ár. Fleiri túsund ár. 
Tað skal tí ikki goymast væl og virðiliga nú, men eisini fyri komandi ættarlið.

Tað eru tískil viðurskifti, sum bæði tala fyri og ímóti kjarnorku. Tað er ein grøn orkukelda, og nøkur vilja vera við, at tað er tann minst dálkandi orkukeldan fyri hvønn framleiddan kilowatt-tíma.

Hinvegin eru avbjóðingar við burturkastinum, tað er dýrt at koma í gongd við, og so er tað eisini spurningurin um uran.

Men hvat skulu Føroyar gera? Vit skulu leggja um komandi árini, men eigur kjarnorka at vera ein partur av grønu kósini í Føroyum?

Johan Dahl, tinglimur fyri Sambandsflokkin, og Hervør Pálsdóttir, tinglimur fyri Tjóðveldi, skifta orð um kjarnorku í útvarpsstovuni.

Eisini tosa vit við Guðruna Zachariasen, kommunulækna, um influensu og influensukoppseting. 

Hetta er tíðin, tá nógv fólk leggjast við influensu. Í ár kanska enn meiri enn vanligt, tí koronu-frástøðan seinasta árið hevur havt við sær, at vit eru vorðin meiri móttakilig fyri influensuvirusinum. Tí er hetta eisini tíðin, tá summi fáa í boði eina influensukoppseting.  

Luttakarar: Johan Dahl, Hervør Pálsdóttir og Guðrun Zachariasen.

Sendingina gjørdu Tróndur Olsen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024