- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Eitt evni er í dagsins sending.
Tá sjúka kemur inn í lívið hjá einum, so broytist gerandisdagurin. Og krabbamein ber ofta við sær broytingar, sum kunnu raka bæði tann sjúka og tey avvarðandi sera meint.
Fleiri og fleiri fáa staðfest krabbamein, men færri doyggja av sjúkuni í dag samanborið við fyri 10 árum síðani.
Hví er tað so? Og hvussu vita vit tað?
Tordis Kristiansdóttir, onkologur á Landssjúkrahúsinum, greiðir frá tilgongdini, frá tí at ein hevur illgruna um krabbamein til viðgerðin byrjar.
Vit tosa eisini við Marnar Fríðheim Kristiansen, lækna og granskara, sum í løtuni granskar í krabbameinstilburðum. Eitt nú sambandinum millum krabbamein og aldur.
Og so greiðir dagligi leiðarin í Krabbameinsfelagnum, Jansy Gaardlykke, frá tilboðunum, sum felagið hevur til krabbameinssjúklingar og avvarðandi.
Gestir: Tordis Kristiansdóttir, Marnar Fríðheim Kristiansen og Jansy Gaardlykke.
Sendingina gjørdu Krista Johnsdóttir Kreutzman og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.