Breddin

Breddin: Joe Biden og koronupass
11-11-2021
Eitt ár við Biden í Hvítu Húsunum og koronupass í samfelagnum eru á breddanum í dag

Undirtøkan hjá Joe Biden, forseta í USA, gongur bert skeivan veg síðani hann kom framat sessinum.

Heimasíðan five-thirty-eight hevur lagt saman allar meiningakanningar, og samanteljingin vísir, at 42,8 prosent í løtuni taka undir við tí forsetin ger. 51,6 prosent gera ikki.

Tað er tó ikki nakað óhoyrt, at undirtøkan hjá forsetum dalar eftir teir eru komnir til valdið. Als ikki. Men tølini hjá Biden eru sera lág. Tað er bert ein forseti, sum hevur staðið seg verri eftir somu tíð í forsetasessinum. Tað er Donald Trump. 37,9 prosent søgdu seg taka undir við tí hann gjørdi tá hann hevði sitið eins leingi og Biden hevur nú.

Hvat er hent síðani valið, hvar er optimisman blivin av og hvat er tað fyri avbjóðingar, sum standa fyri framman hjá amerikanska forsetanum, nú tað er eitt ár síðani hann var valdur. Hetta spyrja vit gestirnar í útvarpsstovuni, Regin Berg og Tóra Højgaard, um.

Koronupass í Føroyum

Leygardagin kemur tilmælið um koronupass í gildi í føroyska samfelagnum. Nógv kjak hevur verið um koronupassið - summi halda tað er uppá tíðina, at vit fara at brúka koronupassið, meðan onnur halda, at tað er at taka frælsi frá fólki. Men hvat er koronupassið fyri nakað - og hvussu fer hetta í roynd og veru at virka?

Michael Boolsen, fúti og formaður í farsóttarnevndini, vitjar í útvarpsstovuni og greiðir frá koronupassinum.

Luttakarar í sendingini: Tóri Højgaard, løgfrøðingur, Regin Berg, stjórnmálafrøðingur, og Michael Boolsen, fúti og formaður í Farsóttarnevndini.

Sendingina gjørdu Tróndur Olsen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024