Breddin

Breddin: Privatir pengar í frálæru
19-11-2021
Kjak í útvarpsstovuni um Nám og undirvísingarpallin Sjófeingi

Sjófeingi er talgilt undirvísingartilfar til børn í 4.- 6. flokk í fakinum náttúra og tøkni, ið snýr seg um fiskivinnu og  alivinnu.

Bakkafrost hevur fíggjað sjálvan undirvísingarpallin við 300.000 krónum, meðan granskingargrunnurin Sjókovin hevur gjørt undirvísingartilfarið uttan kostnað. Sjókovin er ein granskingargrunnur, ið er fíggjaður av nøkrum av størstu aktørunum í føroysku fiski- og alivinnuni.

Undirvísingartilfarið var liðugt í september, men áðrenn tað mátti stjórin í Námi, Eyðun Gaard, skriva eina frágreiðing til landsstýrismannin í mentamálum, tá tað kom fram, at alifyritøkurnar Bakkafrost og Hiddenfjord, saman við reiðaríðunum Christian í Grótinum, Framherja og Varðanum skuldu fíggja og skriva undirvísingartilfarið undir redaktionellu ábyurgdini hjá Námi.

Í frágreiðingini til landsstýrismannin greiðir Nám frá, at bagrundin til tilfarið er, at Bakkafrost í august í 2019 vendir sær til Nám við fyrispurningi, um tey hjá Námi er áhugað í at samstarva um undirvísingartilfar, ið snýr seg um burðardygd.

Bakkafrost bjóðar Námi 300.000 krónur til ein talgildan undirvísingarpall , og Nám bindur seg samstundis til at gera undirvísingartilfar um fiskivinnu og aling. Útbjóðingartilfarið nágreinar millum annað hvørja fatan av alivinnuni børnini skulu sita eftir við 

Har stóð millum annað: "Undirvísingin skal miðja ímóti, at børnini læra at skyna á hvussu ábyrgdarfullur sjóðarskurður til, dømis laksaaling, kann vera við til at tryggja føði og matartrygd".

Men samskiftið millum Bakkafrost og Nám vísir, at Bakkafrost krevur at evnið skal vera aling og at Sjófeingi millum annað skal læra skúlabørn at laksaaling er burðardyggur matur og er av stórum týdningi.

Bakkafrost slapp tískil at leggja seg út í orðingina av útbjóðingartilfarinum, so at tað bleiv eitt krav, at børnini í 4. - 6. flokki skilja, at laksaaling er avgerandi fyri at tryggja føði og matartrygd í heiminum í framtíðini.

Eyðun Gaard stjóri í Námi hevur annars sagt, at Bakkafrost als ikki hevur lagt seg út í innihaldið á talgilda undirvísingarpallinum, sum tey hava rindað 300.000 krónur til. 

Í útvarpsstovuni kjakast Sára Gøthe Magnusdóttir, ið gongur í 9.flokki á Skúlanum á Fløtum og situr í næmingaráðnum, Kristianna Mortansdóttir, sum er lærari, lestrarvegleiðari og foreldur, Helena Dam á Neystabø, sum er leiðari á Útbúgvingardeildini í Mentamálaráðnum og við í telefonini er eisini Jónleif Johannesen, sum er formaður í Skúlaleiðarafelagnum.

Gjørt sendingin hava Arnfríð Joensen Dahl, Jón Brian Hvidtfeldt og John Johannesen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024