Breddin

Breddin: Koronuavmarkingar og fólkaræði
24-11-2021
Sendingin snýr seg um hvørjar avleiðingar koronuavmarkingar kunnu fáa fyri fólkaræði

Fyri júst einum ári síðani var Evropa meira ella minni afturlatið, tí koronusmittan gjørdi so nógv um seg. 

Hetta farna árið eru nógv fólk blivin koppsett móti koronu, men kortini heldur smittutalið fram við at vaksa á okkara leiðum. Fyri at fáa tamarhald á støðuni aftur, hava fleiri lond í Evropa tí valt at seta strangari koronutiltøk í verk enn nakrantíð áður. Og tað hevur loypt øði í fólk.

Í Írlandi skulu pubbir stongja á midnátt, Í Belgia skulu fólk arbeiða 4 utav 5 døgum heima næstu tríggjar vikurnar, í Týsklandi skulu øll sum arbeiða í heilsu- og røktargeiranum koppsetast, í Slovakia skulu fólk í fult lockdown um tey ikki eru koppsett, Í Hollandi, har smittutalið er vaksandi í løtuni, skulu fólk lutvíst í lockdown. Eisini skulu hollendarar vísa koronupass og brúka munnbind. Í Danmark ætlar stjórnin, at øll sum arbeiða fyri tað almenna skulu koppsetast OG summastaðni í Grønlandi sleppa tey, sum ikki eru koppsett, ikki at uppihalda seg á ymiskum almennum støðum.

Og so eru tað londini, sum eru enn meira víðgongd. Í Eysturríki eru bert 64 prosent av borgarunum koppsettir við tveimum prikum, tí valdi stjórnin at innføra lockdown fyri øll, ið ikki eru koppsett. Tað merkir, at ókoppsett fólk kunnu bert fara heimanifrá, um tey skulu til arbeiðis, at keypa inn ella líknandi. Um reglurnar ikki verða fylgdar, so er bótin 10.000 krónur.

Kanslarin í Eysturríki, Alexander Schallenberg hevur eisini boðað frá, at allir eysturríkar skulu vera koppsettir í februar 2022.

Í sendingini í dag eru gestir í útvarpsstovuna, sum skifta orð um herd koronuátøk eru ein fyrimunur ella ein vansi fyri demokratiska samfelagið.  

Luttakarar: Linnéa Lindenskov Petersen, lesandi í Amsterdam, Heini í Skorini, Ph.d. í altjóða politikki og Pál Weihe, professari í fólkaheilsu.

Gjørt sendingina hava Kaj Joensen og Arnfríð Joensen Dahl, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024