Breddin

Íbúðabygging og pensjónsaldur
03-12-2021
Prísurin á íbúðum á Fløtum í Havn er hækkaður við hálvari millión eftir stuttari tíð. Og er tað í lagi, at fráfaringaraldurin er ymiskur hjá landi og kommunum

Í fjørsummar kundu fólk skriva seg upp til eina íbúð á Fløtum í Havn.


Nú 11 íbúðir eru um at verða lidnar, er prísurin hækkaður millum 300.000 og 600.000 krónur fyri hvørja íbúð. Er tað loyvt at bjóða út fyri ein prís, sum hækkar munandi, tá ið verkætlanin er klár, verður spurt í sendingini.


Meir enn helvtin at teimum, sum koma í pensjónsaldur, arbeiða nøkur ár afturat. Og nú skal bera til hjá fólki í starvi hjá landinum at arbeiða, til tey eru 72 ár. Men fleiri kommunur hava framvegis 67 ára fráfaringaraldur.


Luttakarar: Jógvan Páll Lassen, Jóan Petur Vang, Beate L. Samuelsen, Pauli Trond Petersen, Hans Jóhann Sørensen, Heðin Mortensen og Heri Petersen.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023
Menn liva styttri enn kvinnur og hava verri heilsu. Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, vit viðgera tí menn og javnstøðu
21-11-2023
Vit spyrja heimspekingin Jógvan D. Hansen og Heina í Skorini, nær eitt mótálop er proportionelt rættvíst og um friður er at hóma
17-11-2023
Sjúkrarøktarfrøðingar hava hótt við at rýma úr fakinum og av landinum at arbeiða. Vit hyggja uppá semjuna og um hóttanin nú er av.
16-11-2023
Í Breddanum er politiskt kjak um framtíðina hjá KvF og landsstýrismaðurin í vinnumálum svarar uppá, hví hann letur tað upp til vinnunevndina at broyta tøkugjaldið
15-11-2023
Løgmaður hevur gjørt av, at vit skulu undir samráðingar við Russland um Barentshavið hóast hansara egni flokkur er ímóti tí.
14-11-2023
Umboð í vinnunevndini kjakast um tøkugjaldið og var trygdin í lagið, tá heilsumyndugleikarnar sendu viðkvæmar upplýsingar til fólk, sum tóku lut í kyksilvurkanningunum
10-11-2023
Eitt aðalmál hjá Tjóðveldi hevur verið at tryggja at fiskirættindi ikki vera avhendaði endaliga - men tað er júst tað, sum hendan samgongan ger, heldur búskaparfrøðingur
09-11-2023
Í 37 dagar hevur Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar verið í verkfalli, men einki røkist fyri eini loysn.
08-11-2023
Tað skal loysa seg betur at arbeiða er yvirskriftin á skattaumleggingini
07-11-2023