Breddin

Breddin
03-03-2022
Búskaparfrágreiðing, veðurlagsbroytingar og Ukraina

Hóast stóra framgongd í búskapinum seinastu 10 árini, so er landskassin verri fyri nú enn hann var áðrenn fíggjarkreppuna í 2008. 

Tað staðfestir Búskaparráðið í lemjandi atfinning móti førda fíggjarpolitikkinum. 

Breddin var til staðar, tá Búskaparfrágreiðingin bleiv løgd fram í Smæruni í Tórshavn og hitti Fróða Magnussen, formann í Búskaparráðnum, til eina longri samrøðu eftir framløguna.

Veðurlagsbroytingar
Tað er ov seint at steðga veðurlagsbroytingunum, men enn ber til at avmarka teir. Tað staðfestir nýggjasta klimafrágreiðingin frá millumstjórnafelagsskapinum IPCC.

Kaj Joensen var til framløguna av frágreiðingina, har hann tosaði við Adrian Lema úr DMI. 

Bogi Hansen, havfrøðingur, sigur, at frágreiðingin kemur ikki óvart á, tí vit hava vitað í fleiri ár, at avleiðingarnar av veðurlagsbroytingunum verða ógvusligar. 

Luttakarar: Fróði Magnussen, Adrian Lema og Bogi Hansen.
Gjørt sendingina hava Jón Brian Hvidtfeldt og Krista Jonhsdóttir Kreuztmann. 
Redaktørur var Hallur av Rana.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024