Breddin

Breddin: Revsitiltøk
04-05-2022
Í dag viðgjørdi Breddin revsitiltøk móti Russlandi

Nógv umrøddi samferðslupakkin fekk í gjár sítt banahøgg frá formanninum í fíggjarnevndini, Erhardi Joensen, sum segði við útvarpið, at pakkin ikki kemur í Løgtingið, áðrenn tingið fer í summarfrí longu í morgin. Ósemja er um fleiri av pørtunum í pakkanum, og tí hevur samgongan slept at fáa hann samtyktan. Hann fellur tí burtur, tí tingsetan er av, og kann í frægasta føri vera lagdur fram aftur undir ólavsøkutingsetuni. Tað er tó ógvuliga ivasamt, um hann kemur aftur. Um so er, verður tað í øllum førum í broyttum líki í mun til tað, sum Jørgen Niclasen hevði snikkað saman, um nøkur sannlíkindi skulu vera fyri at fáa hann samtyktan.  

Síðani er Jørgen Niclasen farin frá landsstýrismaður í fíggjarmálum, og Uni Rasmussen hevur tikið við. Boðini frá nýggja landsstýrismanninum vóru beinanvegin, at hann ikki fór at koma við broytingum í pakkanum, tí tað mátti Løgtingið gera.

Nevndarviðgerðin í fíggjarnevndini hevur verið drúgv, og nevndin hevur í tveimum førum biðið um longda freist. Hóast hetta kom pakkin ongantíð úr aftur fíggjarnevndini. 

Vit rógva aftur á aftur og hyggja uppá, hvat lá í pakkanum, sum varð lagdur fyri tingið í desember. Vit hava ein eygleiðara við okkum, sum fer at koma við einum boði uppá, hví samferðslupakkin ikki bar á mál. Síðani fáa vit nakrar politikarar í útvarpsstovuna at skifta orð um pakkan, og hví hann ikki kom aftur til viðgerðar í Løgtinginum.


  

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024