Tað gerst alsamt dýrari at liva.
Tað er ein sannroynd, sum borgarar um allan heim merkja í hesum døgum, nú inflasjónin í fleiri av heimsins londum er tann størsta í eitt mannaminni.
Sambært mátingum hjá altjóða marknaðarfyritøkuni Ipsos elvir prísvøkturin til stúran hjá 32 prosentum av borgarunum í 27 londum í apríl 2022. Tað er ein munandi vøkstur samanborið við fyri tveimum árum síðan, tá covid-farsóttin gjørdi, at 8 prosent av teimum spurdu stúrdu fyri prísvøkstri.
Seinastu tølini í Føroyum vísa, at brúkaraprístalið vaks við 4,4 prosentum frá 1. ársfjóðring 2021 til 1. ársfjóðring í ár. Harumframt vaks brúkaraprístalið við 2,3 prosentum frá fjórða ársfjórðing í 2021 til 1. ársfjóðring 2023. Tað er størsti prísvøkstur, sum er máldur millum tveir ársfjórðingar
Vaksandi prísirnir hava fingið fleiri til at mæla til, at okkurt munagott verður gjørt fyri at hjálpa teimum, sum verða harðast rakt av prísvøkstrinum. Harímillum Fróði Magnussen, formaður í Búskaparráðnum, sum í tíðindunum mánadagin mælti til at seta fíggjarlig tiltøk í verk. Eitt hugskot, sum Súsanna Olsen, námslektari í samfelagsvísindum, tók undir við í Breddanum týsdagin. Í Breddanum mikudagin hittust Sonja Jógvansdóttir úr Samtak og Niels Winther úr Vinnuhúsinum til eitt kjak um støðuna. Har vísti Sonja Jógvansdóttir á, at príshækkingarnar setur teirra limir í eina trupla støðu. Tí mælti hon til, at átøk verða sett í verk alt fyri eitt at hjálpa teimum, sum eru enda í einari fíggjarliga sperdari støðu. Stjórin í Vinnuhúsinum mælti tó til at hava eitt sindur av tol fyri at staðfesta, um talan er um verandi broytingar ella eina fyribils støðu.
Christian Andreasen, formaður í Fólkaflokkinum, Helgi Abrahamsen, næstformaður í Sambandsflokkinu, Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi, og Aksel V. Johannesen, formaður í Javnaðarflokkinum, kjakast í útvarpsstovuni um príshækkingar og hjálparpakkar til tey hart sperdu.
Sendingina gjørdu Elin Mirjamsdóttir, Jón Brian Hvidtfeldt og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.