Breddin

Breddin: Veljarakanningar og kríggj í tríggjar mánaðir
24-05-2022
Tvær veljarakanningar vóru almannakunngjørdar í síðstu viku og vit kaga til Russlands og hyggja at hvørja ávirkan revsitiltøkini hava havt

Tríggir mánaðir eru nú síðani at Russlandi gjørdi innrás í Ukraina. Kríggi er aftur á duragáttini hjá okkum í Evropa.

Umframt at senda vápn til Ukraina, eru revsipakkar oman á revsipakkar samtyktir, sum skulu sannføra russar um, at tað, landið nú ger, er skeivt.

Men hevur tað nakra ávirkan?

Vit hoyra frá russara í Moskva um hvat merkist til kríggi og revsitiltøkini.

 

Og tvær veljarakanningar vóru kunngjørdar í síðstu viku, við nøkrum tølum, sum líktust, og øðrum, sum peikaðu heilt í hvør sína ætt.

Men hvussu skulu vit lesa veljarakanningar og hvussu vera tær gjørdar í einum lítlum samfelagið sum okkara?

Tað er breddin í dag, vælkomin til sendingina.


Lagt til rættis hava Frants Jensen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024