Breddin

Breddin: Skattalætti og Atlantic Airways
02-06-2022
Skal skattaprosentið í høvuðsstaðnum lækkast og tjóðarflogfarið hevur sett nýggja útbúgving á stovn

Rinda havnarborgarar ov nógv í skatti?

Tað er miðdepilin í einum kjaki, nú høvuðsstaðarkommunan hevði næstan 1,2 millard í inntøkum í fjør.

Inntøkur, sum stava fyrst og fremst úr lummunum hjá borgarunum, sum rinda kommunuskatt. Ein skattur, sum hevur verið óbroyttur seinastu fimm árini.

Og tað hevur elvt til kjak, um tíðin ikki er búgvin at lata nakað av peninginum vera verandi í lummunum hjá borgarunum.

Annika Olsen, býráðslimur, og Heðin Mortensen, borgarstjóri, kjakast um evnið í útvarpsstovuni.

Flogskúli
Atlantic Airways fer undir skúlavirksemi. 

Á tíðindafundi í morgun hevur felagið kunngjørt, at tað setir á stovn Atlantic Airways Aviation Academy, sum er ein skúli fyri tyrluskiparar. 

Frants Jensen var á tíðindafundinum har hann hitti Jóhanna á Bergi, stjóra í Atlantic Airways, og Niels Mortensen, nevndarformann í Atlantic Airways. 

Luttakarar: Heðin Mortensen, Annika Olsen, Jóhanna á Bergi og Niels Mortensen. 

Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Frants Jensen og Uni Holm Johannesen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024