Ferðavinnan blomstraði í 2019, men so kom korona, sum steðgaði øllum.
Nú korona er av, hevur ferðavinnan av álvara ment seg aftur, og so mikið væl gongst, at ferðafólkatalið umvegis flogvøllin er farið upp um talið, sum tað var í mai 2019, ið tá var tað hægsta nakrantíð fyri ein mai-mánaða.
Vit seta í hesum seinasta Breddanum undan summarfrítíðini sjóneykuna á ferðavinnuna. Hvussu hevur hendan vinnan tað, er hon broytt eftir koronutíðina, og hvussu síggja framtíðarútlitini út.
Í sendingini hava vit samrøður við fólk, sum arbeiða í vinnuni. Vit hava eisini verið á gøtuni í Havn og í einum ferðabussi og hitt ferðafólk og millum annað spurt tey, hví tey leita sær hendanvegin, og hvat tey hava upplivað ella rokna við at uppliva.
Síðani hava vit orðaskifti í útvarpasstovuni við fólk, sum eru við til at seta dagsskránna innan ferðavinnuna.