Breddin

Breddin: Truss & politikkurin og orkusjónarmið hjá FAG
08-09-2022
Hvussu ætlar nýggi forsætisráðharrin at loysa stóru trupulleikarnar í bretska samfelagnum. Eisini kjakast vit um nýggju orkusjónarmiðini hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag.

Í vikuni fekk Bretland nýggja forsætisráðharra. Men tað er eitt samfelag í stórum trupulleikum, ið nýggi, konservativi leiðarin, Liz Truss, nú skal standa á odda fyri. Regin Berg, útbúgvin stjórnmálafrøðingur frá lærda háskúlanum í Aberdeen, og Bjarni í Liða, útbúgvin búskaparfrøðingur frá London School of Economics, greina støðuna í útvarpsstovuni. Eisini fáa vit eina støðulýsing frá Katrin Johannesen, journalisti, sum býr í býnum Brighton við ensku suðurstrondina.

Í vikuni kom Føroya Arbeiðsgevarafelag við nýggjum bóklingi, har orkusjónarmiðini hjá vinnuni koma til sjóndar. Samstundis sum vinnan vil hava grøna orku - so má fokus vera á orkuprísin, heldur vinnan. Við bóklinginum í hondini settu vit Niels Vinther, stjóra í Vinnuhúsinum og Hákun Djurhuus, stjóra í SEV, stevnu til eitt kjak um javnvág millum veitingartrygd, umhvørvi og kostnað.

Redaktión: Hallur av Rana, Kári Mikkelsen og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini er redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024