Breddin

Breddin: Arbeiðstrot og búskapurin
14-09-2022
Arbeiðstrot og búskapurin

Tað er trýst á arbeiðsmarknaðinum. Og hevur nú verið tað í nøkur ár.

Fyrst í september boðaði arbeiðsloysisskipanin frá, at ongnatíð áður høvdu so fá fólk fingið arbeiðsloysisstuðul útgoldnan. Hesi vóru 138 fólk. 

Samstundis lýsir heimasíðan hjá ALS í dag við, at tey hava 97 starvslýsingar.

Og enn koyra vit meira á motorin, tí 1. august í ár vóru vit 260 fleiri løntakarar enn um somu tíð í fjør. Í alt vóru 27.594 løntakarar í Føroyum í august, í mun til 138 í als skipanini.

Men enn standa maskinur ómannaðar, og hendur mangla innan bæði heilsu-, eldra og barnaøkið.

Hvørjar avleiðingar hevur tað fyri búskapin og hvat kunnu vit gera.

Tað spyrja vit millum annað búskaparfrøðing, umboð fyri Vinnuhúsið og tingfólk. 

Luttakarar: Johnny í Grótinum, búskaparfrøðingur, Birita Biskopstø, ráðgevi hjá Vinnuhúsinum, Beinir Johannesen, tingmann fyri Fólkaflokkin, Bjørt Samuelsen, tingkvinna fyri Tjóðveldi, og Bjarni Kárason Petersen, tingmann fyri Framsókn. 

Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024
Lógin um burðadygga ferðavinnu fer at minka um inntøkugrundarlagið á smærru plássunum, heldur stjórin í Jarðum og talsmaður fyri hagapartarnar í Mykinesi
30-01-2024
Høgni Hoydal hevur í dag lagt fram uppskot um gongd í haga til hoyringar. Vit hyggja eisini uppá fíggjarpolitiskt regluverk - hvat er tað og skulu vit hava tað?
26-01-2024
Í sendingini verður ljós varpað á uppskotið frá Joe Biden, forseta, og António Guterres, ST-aðalskrivara, um eina loysn, har palestinar eisini fáa sítt egna land.
25-01-2024