Sandoyingar fingu nakað nýtt at hugsa um í gjár, tá eitt óvæntað tilboð - ella hóttan - alt annað upp á hvat sjónarmið ein hevur til kommunusamanleggingar - brádliga stóð á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.
Undir yvirskriftin: "Er tíðin komin at lima Sandoynna inn í Tórshavnar kommunu?", reisti Heðin Mortensen, borgarstjóri fyri 43 prosent av Føroya fólki - sum svarar til 23.000 íbúgvar - spurningin um stundin ikki er komin til, at tær fýra kommunurnar í grannaoynni fyri sunnan ikki gerast partur av høvuðsstaðarkommununi.
Men ætlanin hevur longu fingið eitt skot fyri bógvin, tí Magnus Rasmussen, landsstýrismaður í innlendismálum, sigur nei til samanleggingina.
Vit tosa við landsstýrismannin og borgarstjóran í sendingini.
Koronudagbøkur
Hvat kunnu dagligu hugleiðingarnar hjá føroyingum læra okkum um dagarnar, tá Føroyar fóru niður í ferð fyri at basa eini herviligari farsótt.
Tað spyrja vit Eriku Hayfield, granskara á Fróðskaparsetrinum, sum hevur granskað í koronudagbókum.
Luttakarar: Erika Hayfield, Magnus Rasmussen og Heðin Mortensen.
Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.