Skulu vit hava eitt etiskt ráð og sáttmálasamráðingar undir høgu inflatiónini
Er politikkur etikkur? Og kann etikkur vera politikkur?
Tað hevur elvt til rumbul hvussu etiska ráðið nú verður valt, men hví skulu vit hava eitt etiskt ráð, sum vit hava havt seinastu smáu fimm árini, og er vandi fyri politiskum setanum í etiska ráðnum?
Vit kjakast við tingfólkini Beinir Johannesen, Bjarna Kárason Petersen og Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinnu í Heilsu- og innlendismálum.
Og fjúrtan fakfeløg skulu til samráðingarborðið við fíggjarmálaráðið eftir 1. oktober, tá sáttmálarnir ganga út.
Hvat er í væntu nú inflatiónin er tann stórsta í langa tíð, og krónurnar røkka alsamt styttri?
Vit tosa við Tróndur Møller Sandoy, búskaparfrøðing.
Gjørt sendingina hava Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.