Breddin

Breddin: Etiska ráðið og inflatión
22-09-2022
Skulu vit hava eitt etiskt ráð og sáttmálasamráðingar undir høgu inflatiónini

Er politikkur etikkur? Og kann etikkur vera politikkur?
Tað hevur elvt til rumbul hvussu etiska ráðið nú verður valt, men hví skulu vit hava eitt etiskt ráð, sum vit hava havt seinastu smáu fimm árini, og er vandi fyri politiskum setanum í etiska ráðnum?
Vit kjakast við tingfólkini Beinir Johannesen, Bjarna Kárason Petersen og Sirið Stenberg, fyrrverandi landsstýriskvinnu í Heilsu- og innlendismálum.
Og fjúrtan fakfeløg skulu til samráðingarborðið við fíggjarmálaráðið eftir 1. oktober, tá sáttmálarnir ganga út.
Hvat er í væntu nú inflatiónin er tann stórsta í langa tíð, og krónurnar røkka alsamt styttri?
Vit tosa við Tróndur Møller Sandoy, búskaparfrøðing.


Gjørt sendingina hava Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Hóast Kringvarp Føroya er nógv skert av samhugaverkfalli, so er Breddin ikki raktur
03-11-2023
Hugskotið at gera allar útoyggjar til eina kommunu er tikið fram aftur
02-11-2023
Hvussu skal ferðavinnan skipast næstu árini?
01-11-2023
Vindmyllulundin, sum Effo hevur tikið stig til, er fýra ferðir størri enn vindmyllulundin á Gellingarkletti
31-10-2023
Nú vera ikki fleiri renttuhækkingar fyribils. Skansabryggjan skal útbyggjast, men fleiri mótmæla
27-10-2023
Tórshavnar kommuna hevur kært Landsverk til løgmann, tí stovnurin ikki vil rinda kommununi ta upphæddina, sum løgtingið hevur samtykt til innkomuvegin
26-10-2023
Løgmaður hevur fingið uppskot frá embætisfólki í miðfyrisitingini um leiklutin hjá Landsverki í framtíðini
25-10-2023
Hægri løn til sjúkrarøktarfrøðingar, sum fáa undantøk, og hjálp til familjur, sum eru fíggjarliga sperdar
24-10-2023
Umsitingarætlanin í fiskidagaskipanini skal eftirmetast og neyðhjálp sleppur ikki inn í Gaza
20-10-2023
Andstøðan hevur lagt uppskot fram um at hækka barsilsgjaldið. Valið í Póllandi flytir valdið frá høgravíðgongda "Lóg og rættvísisflokkinum".
19-10-2023
Í Breddanum í dag er politiskt kjak um stuðul til heimaflotan og samrøða við journalist, sum er staddur í Haifa
18-10-2023
Dennis Holm fer ikki at áleggja línuflotanum brúksskyldu enn.
17-10-2023