Breddin

Breddin: Prísvøkstur, Sernám og Italia
23-09-2022
Hvørjari hjálp kemur landsstýrið við, Kommunufelagið finst at raðfestingunum hjá Sernámi og tjóðartingsval í Italia


Prísvøksturin fær tað nú av álvara at sansa at hjá alsamt fleiri Føroyingum. Fleiri biða sær hjálp frá vælgerandi felagsskapum, og nøkur fara svong í song
Hvat fer landsstýrið at gera støðuna? Landsstýrismaðurin í almannamálum er gestu
Stjórin í Kommunufelagnum undrast á raðfestingar hjá Sernámi, sum komandi árið ikki bjóðar sernámsfrøðiliga ráðgeving á dagstovnum.
Dagstovnaleiðari, barnasálarfrøðingur og stjórin í Sernámi eru í útvarpsstovuni.
Og
Sunnudagin verður parlamentsval í Italia. Síðst í sendingini venda vit kikaranum suður móti stúlvalandinum, har nógv bendir á, at landið fer at fáa sín fyrsta kvinnuliga forsætisráðharra av ytra høgraveinginum.

Gjørt sendingina hava Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024