Breddin

Breddin: Skattalætti og valfepur
04-10-2022
Skattalætti og valfepur í Danmark

Føroyingar skulu vænta ein skattalætta næsta ár. 

Tað bleiv endaliga kunngjørt, tá Uni Rasmussen, landsstýrismaður í fíggjarmálum, í farnu viku legði fram uppskotið til fíggjarlóg fyri næsta ár.

Men hvør fær mest burturúr skattalættaunum, er hann í heila tikið rætta amboði at brúka fyri at hjálpa teimum, sum eru fíggjarliga trýst, og kundu tær 70 milliónirnar, sum hann kostar, verða betri brúktar á annan hátt?

Tað spyrja vit formannin í Búskaparráðnum um, áðrenn kjakast verður um tað í útvarpsstovuni.

Valfepur
Støðan er spent á Christiansborg í dag, har Mette Frederiksen á middegi danska tíð heldur setanarrøðu í sambandi við at fólkatingið verður sett.

Støðan er serlig, tí Radikali flokkurin, hevur sett krav um at forsætisráðharrin skrivar út val, tá fólkatingið verður settt. Annars fer flokkurin, sum er stuðulsflokkur hjá stjórnini at leggja fram uppskot um misálit. 

Vit tosa við Kaj Joensen, sum er á staðnum. 

Luttakarar: Fróði Magnussen, Kaj Joensen, Aksel V. Johannesen, Christian Andreasen og Tórbjørn Jacobsen.

Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen, Jógvan Skeel Nolsøe og Hallur av Rana.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024