Breddin

Breddin: Fólkatingsval
05-10-2022
Vit kanna valfepurin á Christiansborg og í løgtinginum

Óalment byrjaði danska valstríðið longu fyri fleiri vikur síðan, men nú tykist greitt, at tað almenna valstríðið byrjar. 

Tí á middegi í dag hevur Mette Frederiksen boðið miðlunum til tíðindafund á Marienborg og sambært donskum miðlum er eittans evni á skrá. 

Fráboðan um val. 

Hetta hendir eftir, at forkvinnan fyri Radikalu Venstre, Sofie Carsten Nielsen, í summarferiuni gjørdi greitt, at flokkurin fór at reisa misálit á forsætisráðharran, um hon ikki útskrivaði val í samband við setanina av Fólkatinginum. 

Mette Frederiksen helt setanarrøðu í fólkatinginum í gjár, men tá skrivaði hon ikki út val. Kortini segði hon við tíðindafólk, at valið nærkaðist.

Hóast forsætisráðharrin skrivar út fólkatingsval í dag, fer fólkatingið í morgin at umrøða setanarrøðuna, tí tað stendur í grundlógini.

Vit kanna valfepurin á Christiansborg, har Kaj Joensen er staddur, og í Løgtinginum, har forfólkini í politisku flokkunum eru stødd. 

Gestir: Ruth Vang, Djóni Nolsøe Joensen, John Johannesen, Bill Justinussen, Kaj Joensen, Bárður á Steig Nielsenm, Christian Andreansen, Georg L. Petersen og Høgni Hoydal. 

Gjørt sendingina hava Jógvan Skeel Nolsøe, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum var redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024