Sjúrður Skaale og Anna Falkenberg til stjórnarsamráðingar.
Fólkatingsvalið í Danmark týsdagin gav vinstraveinginum og Mette Frederiksen úr Javnaðarflokkinum samráðingarrættin til at skipa eina nýggja stjórn. Tær samráðingarnar byrja í dag, og tað verður ikki við flokkarnar á reyða veinginum sum teir fyrstu, men við teir bláu hinumegin miðjuna í donskum politikki.
Vit tosa við tey føroysku umboðini, Onnu Falkenberg og Sjúrða Skaale, sum fóru til Danmarkar fyrr í vikuni, har tey eisini skulu gera seg galdandi í tí, sum nú fer fram í stjórnarsamráðingunum og millum hinar fólkatingslimirnar.
Danska ríkisskipanin
Síðani tosa vit við ein viðmerkjara, sum hyggur at støðuni hjá teimum báðum føroysku fólkatingsumboðunum. Ikki minst tí løgfrøðisliga partinum. Hann heldur, at tað í Føroyum er ov lætt hjá nøkrum flokkum at tosa, at føroysku fólkatingsumboðini bara kunnu avtakast, tí tað kunnu tey ikki, eftirsum tey eru skrivaði inn í grundlógina, og hon er ikki bara soleiðis til at broyta.
Luttakarar: Sjúrður Skaale, Anna Falkenberg og Kári Durhuus
Gjørt sendingina hevur Kári Mikkelsen.