Breddin

Breddin: Politiska støðan
09-11-2022
Í gjár koyrdi løgmaður Jenis av Rana frá sum landsstýrismann, og mest sannlíkt er, at vit fáa løgtingsval í ótíð

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, misti tolið við landsstýrismanninum í uttanríkis- og mentamálum, Jenisi av Rana í gjár, tí hann yvir eitt longri tíðarskeið hevur bjóðað diplomatisku og rúmligu tilgongdini hjá sær av, sum løgmaður málbar seg.
Tí fekk landsstýrismaðurin durafjórðingin frá honum í gjár.
Mest sannlíka úrslitið av hesum er, at vit fáa eitt løgtingsval í úrtíð, sum helst verður tíðliga í desember.
Sum svar uppá, at løgmaður í gjár sendi Jenis av Rana til hús, tók Miðflokkurin seg úr samgongusamstarvinum, og tí fær samgongan ikki longur talt upp í 17, sum er lægsta talið á tingfólkum fyri at hava meiriluta á Løgtingi.

ì sendingini viðmerkja Eirikur Lindenskov og Ingi Samuelsen politisku støðuna. 

 

Luttakarar: Eirikur Lindenskov, blaðstjóri á Sosialinum, og Ingi Samuelsen, redaktørur á Portal.fo og Blaðnum Vikuskifti.

Gjørt sendingina:  Krista Johnsdóttir Kreutzmann og Kári Mikkelsen, sum eisini var redaktørur. 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024