Breddin

Breddin: Borgarafundur á Tvøroyri og fýra vikur við CEF II
24-01-2023
Borgarafundur á Tvøroyri og fýra vikur við CEF II

Skal tungídnaðurin fáa upp aftur meira pláss í havnarlagnum mitt í hjartanum á Tvøroyri. 

Tað er spurningurin, sum kloyvir tvørafólk í hesum døgum, aftaná at Varðin Pelagic hevur søkt Tvøroyrar kommunu um loyvi at byggja eitt protein og lýsiverksmiðju á havnarlagnum á Tvøroyri.

Lítið hevur verið at frætt um ítøkiligu ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic, men í innlitið sum útvarpið hevur fingið hendur á, verður staðfest, at talan er um eina rættiliga umfatandi útbygging.

Millum annað skulu seks siloir, sum eru 20 til 30 metrar høgar, setast upp, og ein goymslubygningur á 40 X 40 metrar skal eisini gerast eystanfyri verandi bygning. 

Kaiøkið skal eisini víðkast umleið 100 metrar eystureftir, og ætlanin er eisini at gera nýggja kaisíðu frá verandi kai við móttøkubygningi og umleið 140 metrar eystureftir. Dýpi fram við kaiini skal vera 12 metrar.

Ketilrúmið til fabrikkina er staðsett norðanfyri virkið í egnum bygningi. Vestanfyri ketilrúmið skal 60 metrar høgur skorsteinur setast upp. 

Verandi virkisbygningur skal eisini víðkast við 250 fermetrum eystureftir.

Enn eru tekningarnar av verkætlanini ikki vorðnar almennar, men sum útvarpið skilur er ætlanin, at tær verða vístar á fundinum í kvøld. 

Og tingini ganga skjótt fyri seg á Tvøroyri, tí longu hósdagin, tað vil siga um tveir dagar, er umsóknin frá Varðanum pelagic um byggiloyvi á skránni fyri fundin hjá Tvøroyar býráð.

Kristinn Vang var staddur í Froðba í morgun, har hann loddaði dýpið millum tvørafólk um verkætlanina.

Fýra vikur við CEF II
Stívar fýra vikur eru farnar síðan Aksel V. Johannesen, Høgni Hoydal og Ruth Vang skrivaðu undir skjalið Saman eru vit sterk, sum er grundarlagið undir stjórnarsamstarvið hjá Javnaðarflokkinum, Tjóðveldi og Framsókn hetta valskeiðið. 

Saman við Beintu Løwe, fyrrverandi tingkvinnu fyri Tjóðveldi, og Jógvan Skorheim, fyrrverandi tingmanni fyri Sjálvstýri, hyggja vit nærri at teimum fyrstu fýra vikunum hjá nýggju samgonguni.

 

Mynd: Jógvan Skorheim og Beinta Løwe. 

Luttakarar: Jens Christian Mortensen, Tróndur Enni, Jógvan Skorheim og Beinta Løwe. 

Gjørt sendingina hava Kári Mikkelsen, Kristinn Vang og Hallur av Rana, sum eisini var redaktør.




 

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Løgtingsins Umboðsmaður finst hvassliga at Heilsumálaráðnum í samband við viðgerð av innlitsumbøn
06-12-2023
Umboð úr Trivnaðarnevndini kjakast um hvat kann gerast
05-12-2023
Longu 1. september í ár hevði Kvinnuhúsið fingið eins nógvar áheitanir, sum komu alt árið í fjør
01-12-2023
Norðurlendsku felagsskapirnar hjá teimum, ið bera brek, koma nú við einari áminning á politikararnar
30-11-2023
Tørvurin á sálarhjálp veksur støðugt, men góðar royndir eru við at bjóða næmingum hjálp í skúlanum
29-11-2023
Tommy Petersen, sum í fleiri ár arbeiddi fyri hjálparfelagsskapin Danida í Ramallah, verður í útvarpsstovuni
28-11-2023
Hvussu fyrireika vit okkara børn til talgilda samfelagið við skili?
24-11-2023
Kjakið um suðuroyartunnilin er kyknað aftur
23-11-2023
Tøkugjaldið skal leggjast um til partafelagsskatt og uttanlandsnevnin eigur at fáa víkaðar heimildir, halda politikarar
22-11-2023
Menn liva styttri enn kvinnur og hava verri heilsu. Altjóða mannfólkadagur var sunnudagin, vit viðgera tí menn og javnstøðu
21-11-2023
Vit spyrja heimspekingin Jógvan D. Hansen og Heina í Skorini, nær eitt mótálop er proportionelt rættvíst og um friður er at hóma
17-11-2023
Sjúkrarøktarfrøðingar hava hótt við at rýma úr fakinum og av landinum at arbeiða. Vit hyggja uppá semjuna og um hóttanin nú er av.
16-11-2023