Breddin: Umstrídda útbyggingarætlanin hjá Varðanum
25-01-2023
Breddin var til staðar á borgarafundinum um nýggju protein- og lýsiverksmiðjuna hjá Varðanum Pelagic á Tvøroyi
Áhugamálini og meiningarnar vóru nógvar og fjølbroyttar, tá Tvøroyrar kommunu í gjárkvøldið bjóðaði til borgarafund um ætlanirnar hjá Varðanum Pelagic at byggja út á Tvøroyri.
Soleiðis ímyndar Varðin Pelagic sær, at verksmiðjan skal síggja út.
Kjakið á Tvøroyri um ætlanirnar hjá Varðanum halda fram eftir borgarafundin og í Breddanum.
Í sendingini luttaka: Bjarni Hammer, býráðslimur á Tvøroyri, Kristin Michelsen, borgarstjóri á Tvøroyri, Rósa Heinesen, borgari á Tvøroyri, Bogi Jacobsen, stjóri í Varðanum Pelagic, Ólavur Bjarkhamar, borgari á Tvøroyri, og Anna Mortensen, eigari av Café MorMor á Tvøroyri.