Í dagsins sending viðgera við fráboðaðu hækkingina í vinningsbýtinum hjá Bank Nordik og tosa við Tórmóð Stórá um ADHD
Løgmaður hevur fult álit á nevndina í Bank Nordik, sum um vikuskiftið kunngjørdi ætlanir fyri, at partaeigararnir í bankanum skulu kunnu fáa heilt upp í 70 prosent av yvirskotinum í vinningsbýti.
Hetta hóast hann var løgmaður fyri seks árum síðan, tá núverandi forkvinna í bankanum bleiv koyrd til hús úr Fíggingargrunninum av táverandi landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, tí bankin hevði goldið eitt stórt vinningsbýti til partaeigararnar.
Erling Eidesgaard, tingmaður fyri Tjóðveldi, og Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, kjakast í útvarpsstovuna um nýggju fráboðanina hjá Bank Nordik.
ADHD
Millum 5 til 10 føroyingar leggjast hvørja viku aftrat á listanum av fólki, sum bíða eftir at sleppa til útgreiningar fyri ADHD hjá psykiatriska deplinum.
Vit tosa við Tórmóð Stórá, leiðara á Psykiatriska Deplinum, um diagnosuna, sum millum 1.500 til 2.000 føroyingar hava.
Luttakarar: Aksel V. Johannesen, Erling Eidesgaard, Erhard Joensen og Tórmórð Stóra.
Gjørt sendingina hava Birgit Eliasen, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.