Breddin

Breddin - yvirvekt og flóttafólk
02-02-2023
Yvirvekt er ein vaksandi avbjóðing í Føroyum, og bústaðir til flóttafólk

Yvirvekt er ein vaksandi avbjóðing millum Føroyingar. Ikki bara millum vaksin, men gongdin vísir seg eisini millum skúlabørn, vísir kanning hjá Gingi, sum nú rópar varskó.
Hvat merkir hetta fyri tey ungu, kann nakað gerast fyri brotya gongdini og er tað í heila tikið rætt at seta skúlabørn á eina vekt?
Hesar og fleiri spurningar seta vit fakliga leiðaranum á Gigni, forkvinnuni í Heilsunevndini í Klaksvíkar kommunu, professara í fysiologi og sálarfrøðingi.
Og síðst í sendingini spyrja vit um gongdina við ukrainskum flóttafólkum í Føroyum. Koma framvegis flóttar til Føroya, hvussu eru tey fyri og hvussu gongst við at bústað til flóttarfólk í einnum landi, har bústaðarmarknaðurin er undir trýsti?
Luttakarar: Sólrún Foldbo, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, Magni Mohr, Birita Lamhauge Jóansdóttir, Sólva Dam og Durita Kastalag.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024