Breddin

Breddin: Ovurfiti og svenskur NATO-limaskapur
03-02-2023
Hvat ætlar landsstýrið at gera við ávaringar frá fakfólkum um ovurfiti millum børn og hvussu gongst við svensku umsóknini til NATO-limaskap

Almennu Føroyar mugu alt fyri eitt gera átøk fyri at basa vaksandi trupuleikanum við ovurfiti millum børn og ung.

Soleiðis ljóðaðu ávaringarnar frá fleiri fakfólkum, tá evnið bleiv viðgjørt í Breddanum í gjár. 

Men ætlar landsstýrið at gera nakað við tað? Tað spyrja vit Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann í barna- og undirvísingarmálum, 

Svenskur Nato-limaskapur
Lítið røkist fyri, at sviar sleppa upp í fína NATO-felagsskapin fyribils.

Eitt lítið ár eftir, at teir saman við Finlandi søktu um limaskap í verjusamgonguni, sigur Turkaland kortanei. Finland sleppur uppí, men ikki Svøríki, er boðskapurin.

Vit lodda dýpið í Svøríki, og spyrja um undirtøka framvegis er fyri NATO-limaskapi, og hvat tað ger við svensku sjávluppfatanina, tá sviar fóru frá at vera uttanveltað til at senda limaumbøn til NATO.

Gestir: Djóni Nolsøe Joensen og Lisa Grenfors. 

Gjørt sendingina hava Birgit Eliasen, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum eisini er redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024