Breddin

Breddin - Dýri biðidagur, Norðurírland og avleiðingar av krígnum
28-02-2023
Fólktatingið atkvøður endaliga um at avtaka Dýra biðidag, Bretland og ES eru samd um nýggja rammulóg fyri Norðurírland, og hvørjar eru avleiðingarnar áv ársgamla krígnum

Fólkatingið tekur í dag endaliga avgerð, um at avtaka Dýra biðidag sum almennan frídag í Danmark. Stjórnin hevur gjørt skjótt av, og hóast bæði anstøðan og fakfelagsrørslan hevur mótmælt, er lítil ivi um, at málið verður avgreitt í dag. Vit hoyra av Christiansborg, um politiska rokið sum hevur verið um hetta málið, og hvat føroysku fólkatingslimirnir gera tá trýstast skal á knappin um middagsleiti.
10-ára langa søgan um Brexit kom eitt avgerandi fet nærri endanum í gjár, tá bretska stjórnin og ES samdust um eina nýggja brexit-rammulóg fyri Norðurírland. Hvat inniber nýggja avtalan, og hvat er tað, sum Rishi Sunak hevur megnað at gjørt, sum fleiri aðrir forsætisráðharrar ikki hava megnað?
Og síðst í sendingini tosa vit við serfrøðing í russiskum viðurskiftum um støðuna í evropa og rundanum, eftir eitt ár við kríggi.

Gjørt sendingina: Kaj Joensen, Elin Winther Poulsen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024