- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Í Breddanum í dag hitta vit Mary Antonsdóttir, forkvinnu í Heilsuhjálparafelagnum, og Súna Selfoss formann í Starvsfelagnum.
Tey tosa um lønargjónna millum menn og kvinnur í teirra limaskara.. Kvinnurnar eru við sviðusoð, vísa kanningar. Tær flestu arbeiða niðursetta tí og missa millum 1,3 og 1,7 milliónir krónur í eftirløn.
Mangla 350 námsfrøðingar
Dagstovnaøkið mangar 350 námsfrøðingar. Tað skal vera lættari hjá hjálparfólkum at fara upp í løn og at nema sær útbúgving, sigur landsstýrismaðurin í barna og útbúgvingarmálum, Djóni Nólsøe Joensen.
Eisini eiga vit at umhugsa at leingja barsilstíðina og gevast at taka børn inn á stovnar, tá eingin er at ansa teimum.
Hoyr kjak millum Jógvan Philbrow, formann í Pedagogfelagnum, Djóna Nolsøe Joensen, landsstýrismann, Súnu Mørk, næstforkvinnu í Mentanarnevndini og býráðslim fyri Javnaðarflokkin, og Gunvør Balle, býráðslim fyri Tjóðveldi.