Breddin

Breddin: Forskúli eitt frítt val og fiskivinna
09-03-2023
Ikki øll børn eru klár til forskúla tá tey eru seks ár - men hvat um tað merkir at tey ikki sleppa í 1. flokk saman við vinunum?

Alsamt fleiri velja at koyra børn í forskúla - í dag kann tað vera neyðugt um tú vilt hava barnið hjá tær inn á ein ávísan skúla í Tórshavnar Kommunu.
Men hvat merkir tað fyri dagstovnarnar og børnini?

Tað kjakast Jógvan Philbrow, formaður í Føroya Pedagogfelag og Annfinn Brekkstein, formaður í mentamálanevndini um í Breddanum í dag.

 

Fiskivinna

Skal nýtt tilfeingi seljast? Skulu líniskip hava makrelkvotur?
Til tað og annað hava vit hitt landsstýrismannin í fiskivinnumálum til eitt prát.
Dennis Holm legði sínar ætlanir fyri fiskivinnuna fram týsdagin 7. mars.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024