Breddin

Breddin: Veðhaldið hjá landinum fyri Lív 3 og brúksskylda á uppsjóvarfiski
10-03-2023
Hvussu nógv kemur landið at rinda fyri pensjónirnar í Lív 3 og nær? Tað tosa vit við Jan Jakobsen, stjóra um. Politiskt kjak: Heimaflotin skal ikki longur stuðlast við makrel.

Dennis Holm, landsstýrismaður í fiskivinnumálum fer at strika undantakið fyri brúksskyldu, tá tað kemur til pelagiska veiðu. Hóast tosað hevur verið um brúksskyldu í fleiri ár, hevur hon bara verið galdandi í tveir lítlar mánaðir. Í lógini er eitt undantak fyri pelagiskan fisk, og tað hevur inntil víðari merkt, at tá heimaflotin fær makrel sum stuðul, kunnu kvoturnar avhendast til onnur at fiska ár eftir ári. Hetta verður nú broytt tí brúksskylda skal leggjast á skipini sum fáa veiðiloyvini. Tað vil siga, at kann flotin ikki fiska kvoturnar mugu tær avhendast endaliga.


Lív 3 og landskassaveðhaldið
Tá vit onnur iðra okkum um at avkastið hjá Lív er so vánaligt, at pensjónskontan stendir í minus, kunnu tey, sum komu í pensjónskassan hjá Lív áðrenn ár 2000, ugga seg við at tey altíð hava eitt avkast uppá minst 4,5 prosent. Landið veðheldur nemliga fyri at hesin bólkur, sum í 2012 var koyrdur í eitt felag fyri seg, sum eitur Lív 3, altíð hevur eitt avkast uppá 4,5 prosent.

Tað merkir so eisini, at tey í útgangsstøðinum ikki fáa meiri enn 4,5 prosent, tá avkastið er hægri enn 4,5 prosent. 

Men eginognin hjá Lív 3  er negativ og kassin verður tómur. Spurningurin er nær, og hvussu nógvir pengar fara at resta í.

Í løtuni er veðhaldi góða milliard sambært roknskapinum hjá landinum fyri 2021. Sambært landssroknskapinum er kassin tómur í 2037. Kemur hetta at passa, skal landið rinda eina milliard innan 15 ár.

Men hetta broytist alla tíð, sigur Jan Jakobsen stjóri í Lív. At rentan er á veg upp eftir hjálpir uppá støðuna hjá Lív 3.

Vit hava gjørt eina samrøðu við Jan Jakobsen um Lív 3 og landskassaveðhaldið.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024