Breddin

Breddin: Tilfeingisgjøld
14-03-2023
Landsstýrið vil at ein munandi, men rímiligur partur av tilfeingsrentuni skal falla til landið. Men hvat merkir tað?

Samgongan er komin við sínum útspælið um hvussu tilfeingisgjøldini í fiskivinnuni skulu endurskoðast.

Í uppskotinum stendur, at endamálið er, at ein munandi, men rímiligur partur av tí serstaka vinninginum - tilfeingisrentuni - sum vinnulig serrættindi kunnu hava við sær, falla til landið. 

Uppskotið
Við uppskotinum hækka tilfeingisgjøldini á botnfiski úr Barentshavinum og á makreli. Og sum nakað nýtt verður veiðugjald lagt á makrel hjá heimaflotanum, á lodnu og heystgýtandi sild, sum uppsjóvarskipini eisini fiska.

Sambært uppskotinum um broytingar í veiðigjøldunum hjá fiskivinnuni hækkar gjaldið á makreli við 23 oyrum. Úr 1 krónu og 23 oyru fyri kilo upp í 1 krónu og 46 oyru fyri kilo.

Fyri botnfisk úr Barentshavinum hækkar gjaldið úr 1 krónu og 8 oyru upp í 2 krónur og 16 oyru - og veiðigjaldið á lodnu og heystgýtandi sild verður ávikavist 98 oyru og 89 oyru.

Veiðigjaldið fyri svartkjaft og norðhavssild hækkar ikki. Tað verður framvegis 31 oyru og 89 oyru.

Táttar í 100 milliónir
Í lógaruppskotinum stendir at Landsstýrið væntar, at árliga meirinntøkan frá veiðigjøldum verður millum 70-100 milliónir krónur, meðan tað í dag koma umleið 340 milliónir krónur inn í tilfeingsgjøldum og 60 milliónir krónur í uppboðssølugjøldum.

Í sendingini hoyra við Ruth Vang, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, greiða frá uppskotinum og hví samgongan ikki tekur meira inn í veiðigjøldum, Hans Ellefsen, búskaparfrøðing, sum metir at øll tilfeingsrentan skuldi fallið til landið, Stefan í Skorini, formann í Reiðarafelagnum um áskoðanirnar hjá vinnuni, og at enda er politisk kjak millum limir í løgtingsins fíggjarnevnd um uppskotið.

Gestir: Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, Hans Ellefsen, búskaparfrøðingur, Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum, Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum, Eyðgunn Samuelsen, tingkvinna fyri Javnaðarflokkin og forkvinna í løgtingsins fíggjarnevnd, Magnus Rasmussen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, og Eirikur í Jákupsstovu, tingmaður fyri Tjóðveldi. 

Gjørt sendingina hava Tróndur Olsen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024