- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Toskastovnurin er hóttur. Altjóða havrannsóknarstovan ICES mælir til at vit gevast við at fiska tosk í ár og næsta ár.
Men Havstovan kann einki gera - ikki annað enn at lækka dagarnar fimm prosent.
Umsitingarætlanin sum kom í gildi undir Jacob Vestergaard gevur heimild til at lækka ella hækka talið av fiskidøgum - ella einki at gera.
Vit tosa við Petur Steingrund.
Sirið Stenberg hevur lagt eitt uppskot um familjuískoyti fyri tingið. Við uppskotinum fara fleiri at fáa hjálp sigur landsstýriskvinnan.
Andstøðan hevur eisini eitt uppskot um ein hjálparpakka til sperdar familjur.
Í Breddanum í dag umrøða Sirið Stenberg landsstýriskvinna og Erhard Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin uppskotini.