Menn sleppa ikki til orðanna í javnstøðukjakinum og hóast vit gerast fleiri eldri, so minkar talið av bústaðareindum til eldri
Føroyski pápin er bæði siðbundin og nútímans, men tað sæst ikki aftur í lýsingini av teimum í almenna kjakinum.
Gransking hjá Firouz Gaini, professara í antropologi, vísir, at ein av orsøknum er, at sjónarmiðini hjá monnum koma ikki til sjóndar í javnstøðukjakinum.
Brandur Mortensen Nolsøe, samskipari í Javnstøðunevndini, og Firouz Gaini viðgera støðuna hjá føroyskum pápum í 2023.
Broytta aldurssamansetingin
Síðani 2015 hava vit tosað um avbjóðingarnar við fólkasamansetingini, men kortini eru færri bústaðareindir til eldri í dag enn tað vóru í 2015, tá kommunurnar yvirtóku umsitingina av eldraøkinum.
Vit tosa við Tórbjørn Jacobsen, formann, og Heðin Mortensen, næstformann, í Kommunufelagnum.
Gestir eru Tórbjørn Jacobsen, Firouz Gaini, Heðin Mortensen og Brandur Mortensen Nolsøe.
Gjørt sendingina hava Birgit Carina Eliasen og Marjun Dalsgaard, sum eisini var redaktørur.