Breddin

Breddin: Fosturtøka av børnum við Downs Syndrom og lobbyisma
24-03-2023
Í okkara grannalondum verða alsamt færri børn við Downs Syndromi fødd, men hendan gongdin sæst ikki í Føroyum. Lobbyisma hevur til nú forða fyri tilfeingisgjøldum í Noreg.

Í øðrum Norðurlondum fáa allar kvinnur tilboð um screening, sum millum annað kann staðfesta Downs Syndrom - og síðani tilboð um eina fosturtøku, um barnið hevur Downs Syndrom.
Tað verða alsamt færri børn fødd við Downs Syndromi í grannalondunum, men í Føroyum verður enn í miðal eitt barn við Downs syndromi føtt um árið, eins og fyri 10 árum síðani.
Í Føroyum hava vit ikki fría fosturtøku, men um kanning vísir at barnið eitt nú hevur Downs syndrom kann kvinnan velja at fáa fosturtøku.
Men er tað etiskt rætt? og er tað óetiskt at taka eitt fostur tí tað hevur Downs Syndrom?
Vit tosa við Dianu Reynstind serlækna í kvinnusjúkum og Katrin Kallsberg, serlækna og Jógvan D Hansen lektara í heimspeki - tey bæði eru limir í Etiska Ráðnum.

Lobbyisma og tilfeingjsgjøld
Í Noregi eru eingi gjøld á ali- og fiskivinnuni enn, tí lobbyisman er ov sterk.
Tað søgdu norsku professararnir, sum vóru á ráðstevnu um tilfeingisgjøld í Løkshøll tann 17. mars.
Hetta verður tó broytt viðvíkjandi alivinnuni í næstum, tá Stórtingið skal taka støðu til eitt tilmæli um tilfeingisgjøld á laksaaling.
Vinnan hevur skotið seg sjálvand í fótin við at royna at steðga tilgongdini. Vil man hava tryggar karmar er best at samstarva við myndugleikunum, sigur Karen Helene Ulltveit-Moe professari í búskaparfrøði og forkvinna fyri nýskipanarnevndini, sum hevur gjørt tilmæli um tilfeingisgjøld á alivinnuna í Noreg.
 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024
Fólkaskúlin skal broytast - aðalorðaskifti verður í tinginum í dag
20-02-2024
Amerikanska forsetavalið
16-02-2024
Ein aljtóða grein um eina nýggja ístíð hevur vakt ans í her heima og í fleiri altjóða miðlum
15-02-2024
Valevnini til forfólkasessin í Føroya Pedagogfelag kjakast í útvarpsstovuni og Allan Sørensen hevur tað nýggjasta úr Ísrael
13-02-2024
Hvussu troyta vit best okkara møguleikar fyri ávirkan í Arktis?
09-02-2024
Hómast nakar endi í krígnum í Ukraina og brúka føroyskir parlamentarikarar teir møguleikar, sum teir hava at gera sína ávirkan galdandi í Arktis
08-02-2024
Løgtingið er í hesum døgum karmur um Ungdómstingið 2024, har fólkaræðið verður sett á breddan.
06-02-2024
Tað er ódámligt smikur tá løgmaður og landsstýrismaðurin í tilbúgving takkaðu fyri eftir ódnina mikudagin halda summi og stýra ríkmenn for nógv við gávum?
02-02-2024
Er valdsjavnvágin í heiminum við at broytast? Og hvussu hevur fólkaræðið í vesturheiminum tað? Tað er á Breddanum í dag.
01-02-2024