Breddin

Breddin: Ófriður í Ísrael og Heimastýrislógin
28-03-2023
Eftir fleiri rokmiklar dagar hevur Benjamin Netanyahu útsett eina umstrídda broyting í rættarskipanini og so hyggja vit eftir Heimastýrislógini, sum í vikuni verður 75 ár

Eftir fleiri rokmiklar dagar í Ísrael, avgjørdi forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu í gjárkvøldið at útseta umstríddu broytingarnar í rættarskipanini, sum merkja, at politiska valdið fær meira beinleiðis ávirkan á dómsvaldið.

Hundratals mótmælir hava verið seinastu dagarnar, og túsundtals fólk hava verið úti á gøtuni, og mótmælt Netanyahu-stjórnini.

Tað, sum av álvara hevur fest í mótmælishugan eru ætlaninar, um broytingar í rættarlógini.

Essensurin í uppskotinum er, at politiska skipanin skal fáa  størri ávirkan á, hvør verður valdur til dómara í rættarskipanini.

Men eftir ein rokmiklan dag í gjár, har verkfall var lýst og hundratúsundtals fólk fóru út á gøturnar at mótmæla, trein forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu fram á skíggjarnar í gjárkvøldið. Har kunngjørdi hann, at lógaruppskotið nú bleiv útsett. Ikki slept, men útsett til næstu tingsetu, sum byrjar um smáar tveir mánaðir.

Allan Sørensen, tíðindamaður hjá Kristeligt Dagblad í Ísrael, greinar politisku støðuna í Ísrael. 

75 ár við heimastýri
Fríggjadagin 31. mars eru tað 75 ár liðin síðan, at Heimastýrislógin bleiv lýst. 

Og við henni bleiv grundarlagið lagt fyri tí politisku skipanini, sum føroyingar hava virkað í seinastu 75 árini. 

Vit tosa við Hans Andrias Sølvará, professara í søgu, um millum annað upprunan til lógina, hvør vildi hava hana og hvussu hon hevur hilnast? 

Gestir: Allan Sørensen og Hans Andrias Sølvará
Gjørt sendingina hava Marjun Dalsgaard, Tróndur Olsen og Hallur av Rana, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024
Gongd í haga
27-02-2024
Hvussu eru vit fyrireikað til kríggj og kreppustøður?
23-02-2024
Vesturheimurin sær Navalny sum ímyndina av fólkaræði, men hann var eisini ein umstríddur persónur - og í tvey ár hevur einki virksemi verið á Familjudeplinum
22-02-2024