- Tíðindi, mentan og ítróttur
Breddin
Eitt russiskt fiskiskip, sum er undir illgruna fyri at fremja njósnaravirksemi, liggur hesi løtu við bryggju í Havn. Talan er um trolaran Lira. Trolarin kom á Havnina mánadagin, júst sum Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, og Troels Lund Poulsen, verjumálaráðharri, sótu á fundi í Tinganesi fáar metrar burturi. Og tað eru fleiri russisk fiskiskip, sum eftir øllum at døma fremja njósnaravirksemi í norskum øki. Tað er niðurstøðan í nýggjari dokumentarsending, sum norðurlendsku public service kringvarpsstøðirnar DR, NRK, SVT og YLE hava gjørt í felag.
Á Breddanum í dag spyrja vit, hvat føroyskir myndugleikar gera við hesa nýggju vitanina. Vit tosa við Høgna Hoydal, landsstýrismann í uttanríkismálum, og Bjarna Hammer, formann í uttanlandsnevndini hjá løgtinginum.
Samráðingarnar á almenna lønarmarknaðinum fyri tey feløg, hvørs sáttmáli gekk út í seinnu helvt í 2022 og nú í 2023 byrjaðu fyri løtu síðan, tá umboð fyri Lønardeildina hjá Fíggjarmálaráðnum og umboð fyri Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar hittust at handa hvørjum øðrum krøv. Og hesa ferð er eyka stórur spenningur knýttur at samráðingunum, aftaná at landsstýrið hevur boðað frá ymiskum broytingum, sum hava beinleiðis ávirkan á lønarmarknaðin, nevniliga eitt lønarlyft til útvalda bólkar og eina stytting av 40 tíma arbeiðsvikuni. Tvey mál sum hava verið viðvirkandi til, at lønarsamráðingar hava verið seinkaðar. Vit tosa við Jan Mortensen, stjóra á Lønardeildini í Fíggjarmálaráðnum.
Lagt til rættis: Birgit Carina Eliasen, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.