Breddin

Breddin: Arbeiðsumhvørvi
21-04-2023
Tvær nýggjar kanningar reisa stórar spurningar um arbeiðs- og trygdarviðurskifti hjá pørtum av fiskiflotanum. Duga fyritøkur at taka ímóti arbeiðsmegi úr krígsherjaðum økjum?

Føroyskir fiskimenn fáa ov vánaligan svøvn - og tað gongur út yvir teirra heilsu, og økir um vandan fyri arbeiðsóhappum umborð. Tað er niðurstøðan í Ph.D ritgerð hjá Annbjørg Abrahamsen um yvirmøði hjá fiskifólki. Hennara gransking staðfestir, at hvíldin er alt ov lítil innan fleiri skipabólkar, og tað gongur bæði út yvir heilsu og trygdina umborð. Annbjørg Abrahamsen hevur kannað arbeiðsumstøðurnar umborð á ísfiskalínuskipi, frystilínuskipi, garnaskipi og trolbátum størri enn 40 tons. 157 fiskimenn eru við í kanningini, sum fevnir um 18 túrar við 16 ymiskum skipum.

Átrokandi neyðugt er at gera nakað fyri at bøta um viðurskiftini umborð á fleiri partrolarum, sum ikki halda ásetingar um trygd á sjónum. Tað staðfestir nýggj kanning hjá Sjóvinnustýrinum, sum hevur kannað umstøðurnar á partrolarum eftir samanstoytin millum Eysturbúgvan og Vesturbúgvan í fjør. Sambært kanningin halda fleiri av skipunum als ikki ásetingar, tá tað ræður um trygd á sjónum.

Luttakarar: Hans Johannes á Brúgv, stjóri í Sjóvinnustýrinum. Jan Højgaard, formaður í Fiskimannafelagnum. Anfinnur Garðalíð, formaður í Skipara- & Navigatørfelagnum. Stefan í Skorini, stjóri í Reiðarafelagnum.

140 fólk úr Ukraina eru komin til Føroya, sum flóttafólk undan krígnum. 98 av teimum eru vaksin - og fleiri av teimum, hava fingið arbeiði í Føroyum, vísa tøl frá Útlendingastovuni. Fleiri teirra hava fingið arbeiði á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Men sambært Súnfríð Lambaa Ihlen, varaleiðari á báðum hotellunum, er neyðugt at fyrireika fyritøkurnar til at taka ímóti útlendskari arbeiðsmegi, sum kemur úr einum krígsøki.

Luttakarar: Súnfríð Lambaa Ihlen, varaleiðari á Hotel Brandan og Hotel Hafnia. Sólva G. Dam, deildarleiðari á Útlendingastovuni.

Lagt Breddan til rættis: Birgit Carina Eliasen, Hallur av Rana og Jón Brian Hvidtfeldt, sum eisini var redaktørur.

 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024