Breddin

Breddin - Trygdarpolitikkur og peningagávur
26-04-2023
Hvør ræður í Føroyum, tá tað ræður um trygdarpolitikk og um fíggjarligar raðfestingar hjá landinum, tá peningarligar gávur koma uttanifrá

Hvør ræður í Føroyum?

Tann spurningurin hongur yvir báðum evnunum vit hava á Breddanum í dag.

Fyrra er, nær eitt mál verður eitt trygdarmál, og harvið fellir undir trygdarpolitikk, sum ikki er yvirtikið. Spurningurin hevur reist seg enn einaferð nú norðurlendskir miðlar vísa á, at russisk skip hava illgrunarsama atferð, millum annað kring Føroyar, og møguliga njósnast.

Og seinna evni er um gávur.

Eitt er gávan, sum Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fingið frá intil víðari ónevndum vinnuligum fyritøkum í Klaksvík, Leirvík og Fuglafirði. Ein framkomin MR-skannari.

Men gávur koma eisini í hesum døgum úr Danmark. Av donsku fíggjarlógini, sum hevur eyðmerkt støð í Føroyum, sum skulu hjúklast um.

Samstundis hava vit eitt løgting, sum er valt at taka avgerðir um hvar pengar skulu brúkast, og hvar teir ikki skulu brúkast.

Men hvat so tá pengarnir koma uttanifrá?

Er tað í lagi, at onnur enn Løgtingið letur pening til almenn endamál og taka ábyrgd har tað manglar, ella er tað at keypa sær good-will og ávirkan?

 

Tað er Breddin í dag, vælkomin til sendingina.

 

Luttakarar: Liljan Weihe, Bárður á Steig Nielsen og Beinir Johannesen í fyrru hálvu.

 Ruth Vang, Margit Stórá, Erling Eidesgaard, Eyðis Hartmann Niclasen, Anna Falkenberg og Sjúrður Skaale í seinnu hálvu.

 

Lagt til rættis: Marjun Dalsgaard, Hansa Hansen og Tróndur Olsen, sum eisini var redaktørur.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Eigur Búskaparráðið at taka meira hædd fyri inntøkum frá tilfeingsvinnuni í búskaparfrágreiðingum? Og hvørjar orkukeldur eiga Føroyar at satsa uppá?
23-04-2024
Seinastu fimm árini hava vit sent 56 børn við sálarligum avbjóðingum av landinum.
19-04-2024
Evnið í sendingini er Ríkisfelagsskapurin, har formenninir í Tjóðveldi, Sambandsflokkinum, Javnaðarflokkinum og Fólkaflokkinum eru í útvarpsstovuna og kjakast
18-04-2024
Ein søgulig semja tvørtur um miðjuna. Tað bleiv sagt um semjuna um tøkugjøld. Men hvat merkir nýggja semjan fyri inntøkurnar hjá landinum? Og hví er hendan loysnin betur?
16-04-2024
Evnið í Breddanum er ætlanin hjá landsstýrismanninum í fiskivinnumálum at lóggeva alt av fiskinum til lands. Kjak verður millum umboð fyri andstøðu og samgongu í Vinnunevndini
12-04-2024
Tvey evni vóru í sendingini.
11-04-2024
Fyri fyrstu ferð nakrantíð er norðurlandaráðsfundur í Føroyum. Breddin var við, tá tosa var um trygd og verju og støðu Føroya í Norðurlandaráðnum
09-04-2024
Hava rúsevni fingið fastatøkur í samfelagnum, og ger politiska skipanin nóg mikið at basa smuglingini, verður spurt í sendingini í dag
05-04-2024
Í sendingini í dag viðgera vit eisini Helsingfors-sáttmálan um Norðurlandaráðið, sum nú verður dagførdur
04-04-2024
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024