Breddin: Klædnapolitikkur, samgongustevið og hóttanir ímóti Føroyum
04-05-2023
Kinesiskar og russiskar fregnartænastur eru ein hóttan móti Føroyum, serliga landsstýris- og tingfólkum, sigur nýggj frágreiðing frá donsku fregnartænastuni PET
Enn er eingin avgerð tikin um fiskiskapin í Barentshavinum - men hvussu ávirkar tað stevið í samgonguni at Javnaðarflokkurin gongur egnar leiðir, meðan samgongan viðgerð eini frágreiðing? Eirikur Lindenskov blaðstrjóri og Árni Gregersen greina støðuna.
Ein nýggjur klædnapolitikkur hevur sæð dagsins ljós í Vestmanna Skúla og tað hevur elvt til kjak. Ein sum hevur lagt seg út í kjakið er Liljan Weihe, tingkvinna fyri Tjóðveldi, sum vitjaði útvarpsstovuna.
Michael Boolsen, fúti greiðir frá eini nýggjari frágreiðing frá PET, sum vísir at kinesiskar og russiskar fregnartænastur hava áhuga í Føroyum - serliga løgtingslimir og landsstýrisfólk eru hótt.