Hvat stendur í frágreiðingini um H-bygningin? Og hvat verður gjørt fyri grøna ferðslu?
Bíðað hevur verið eftir henni og í gjár kom hon loksins. Frágreiðingin hjá Landsgrannskoðanini um H-bygningin í Landssjúkrahúsinum. Og tað gjørdist ein lemjandi kritikkur av avvarðandi aðalráðunum, Landsverki og politisku skipanini.
Vit kava niður í drúgvu frágreiðingina.
Grøn ferðsla
Flutningur er evnið í umhvørvisvikuni hjá Tórshavnar kommunu, men í hvønn mun raðfestir landsins størsta kommuna grøna ferðslu.
Býráðslimir í Havn skiftu orð um frágreiðingina.
Luttakarar: Elsa Berg og Bjørg Dam.
Teknikari: Leivur Thomsen
Gjørt sendingina hava Frants Jensen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum var eisini var redaktørur.