Breddin

Breddin: Burðartíttleiki og kjakið um skannaran
11-05-2023
Føroyskar kvinnur eiga færri børn nú enn fyri nøkrum árum síðan og hví skapar málið um skannaran so nógv kjak

Føroyar hava havt evropeiska metið í at eiga børn, men síðstu fýra árini eru føroysku tølini farin at líkjast restina av Evropa.

Enn eiga vit metið, men nú er burðatalið fara undir 2,1, sum verður mett at vera eitt týðandi markvirði fyri samfelagið. 

Men hvat merkja hesi tølini? Og hvørjar avleiðingar fær tað, um gongdin heldur fram?

Tað spyrja vit Hans Paula Strøm, sosiolog. 

Kjakið um skannaran
Ein skannari til Klaksvíkar Sjúkrahús hevur enn einaferð fest eld í kjakið, um miðstaðin móti restina av landinum. 

Men hvat er tað, sum er orsøkin til, at slík - at síggja til - lítil mál, kunnu elva til so nógva øsing?

Tað er millum spurningarnar til Hans Andrias Sølvará, søgufrøðing, og Beintu Løwe, politiskan viðmerkjara. 

Gestir: Beinta Løwe, Hans Andrias Sølvará og Hans Pauli Strøm.
Gjørt sendingina hava Frants Jensen, Birgit Carina Eliasen og Hallur av Rana, sum eisini er redaktørur. 
Tøkningur var Kári Annand Berg.


 

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10.00.
Fimti hvør føroyingur er berari av eini deyðiligari arvaligari sjúku. Vit spyrja um øll skulu fáa í boðið at verða kannaði
17-09-2024
Rektarin á Glasi sigur, at álitið á BUMR er skalað og nú er møguligt at granska í PKU kortunum
13-09-2024
Tað gerst alt meiri vanligt at valevni skifta flokk tá talan er um kommunuval - og hólmgongan hevði nógv at siga fyri Harris, men flytir ikki nógvar stemmur
12-09-2024
Eitt valevni til umboðsráðið gongur ímóti streyminum og vil taka umboðsráðið av
10-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
06-09-2024
Tvey evni vóru í sendingini í dag
05-09-2024
Orðaskifti verður millum samgongu- og andstøðulimir í fíggjarnevndini
03-09-2024
Tvey evni eru í sendingini í dag
30-08-2024
Í sendingini verður ljós varpað á grein 6 í heimastýrislógini, sum fyrstu ferð verður brúkt at loysa trætu millum Danmark og Føroyar
29-08-2024
Langir bíðilistar í heilsuverkinum eru enn einaferð komnir á Breddan, nú forkvinnan í ADHD felagnum rópar varskó.
27-08-2024
Nýggj gransking vísir, at serliga heilsustarvsfólk eru fyri hóttandi atburði tá tey eru til arbeiðis
23-08-2024
Kamala Harris verður í hesum døgum formilga vald til forsetavalevnið og vit kaga eystur á hermóti í Ukraina
22-08-2024