Breddin

Breddin: Rúsevnasmugling og móðurlandið
02-06-2023
Meira verður smuglað av rúsevnum til Føroya. Sendirøðin 'O, móðurlandið' hevur fingið ilt í nógvar hyggjarar

Rúsevnissmuglingin til Føroya er ikki nýtt fyribrigdi, men okkurt bendir á, at meira verður smuglað nú, og nøgdirnar eru eisini størri.

Rúsevnisnøgdir, sum hava milliónavirði á gøtuni.

Leiðarin á Kanningardeildini hjá politinum sigur, at rúsevnismarknaðurin í Føroyum í summum førum hevur beinleiðis samband við danska banda-umhvørvið, tí tað gevur so góðan vinning at selja rúsevni víðari. Hjá Taks, sum er myndugleikin, ið tekur sær av marknaeftirlitinum í Føroyum, fyllir eftirlitið við innflutninginum av ólógligum rúsevnum nógv. Men eftirlitið hjá Taks megnar ikki at fylgja við økta innflutninginum til Føroya.

Avoldaðar KT-skipanir mugu nútímansgerast, og útgerð má eisini fáast til vega, sum styrkir eftirlitsarbeiðið. Hetta eru nakrar av niðurstøðunum hjá stjóranum í Taks og deildarstjóranum á tolldeildini.

Rúsevni, rúsevnissmugling og marknaeftirlit er á breddan í dag, og í sendingini er eisini kjak millum limir í fíggjarnevndini og rættarnevndini í løgtinginum um raðfestingar, og hvat tey halda skal gerast á hesum øki.


"O, móðurlandið"

Dokumentarurin í "O, móðurlandið" sum Kringvarpið hevur sent í vár, hevur fingið ilt í nógvar hyggjarar.

Alt ov nógv merkt av loysingarfólki og 'heldur ikki journalistiskar meginreglur', hava verið nakrar av atfinningunum.

Í sendingini verður tosað við fólk, sum hava funnist at, og tey, sum hava ábyrgd av sendirøðini.

 

Gestir: Heri Andreassen, Birta Biskostø, Eyðun Mørkøre, Eyðgunn Samuelsen, Hanna Jensen, Eirikur í Jákupsstovu, Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, Suni Merkistein, Helgi Abrahamsen, Øssur Winthereig og Barbara Samuelsen

Gjørt sendingina hava:  Jógvan Skeel Nolsøe, Kári Mikkelsen og Frants Jensen, sum eisini er redaktørur.

Teknikari er Kári Annand Berg.

Breddin

Sending um aktuel evni, sum verður send týsdag, mikudag, hósdag og fríggjadag klokkan 10:00.
Vit eru ikki samd um grunnleggjandi premissið og tað eyðkennir kjakið um fosturtøku
26-03-2024
Í juni skulu evropearar á val og sjáldsom steinsløg seta Arktis á alheims pallin
22-03-2024
Í sendingini greiðir kvinna frá, at hon trý ár eftir, at hon bað um hjúnaskilnað framvegis er gift og fíggjarliga heft at makanum
21-03-2024
Kjak er í útvarpsstovuni um førda fíggjarpolitikkin og javnstøðu, og so verður hugt at møguleikanum fyri kommunusamanlegging í Suðuroy
19-03-2024
Føroyar fingu í gjár á fyrsta sinni vitjan av toppinum í ES.
15-03-2024
Umleið 1.000 fólk og teirra familjur eru komin til Føroya gjøgnum snarskipanina, síðani hon var sett í verk í november 2021
14-03-2024
220 børn í føroyska fólkaskúlanum hava ikki føroyskt sum móðirmál.
12-03-2024
Í dag er 8. mars, og í sendingini verður ljós varpað á javnstøðuna
08-03-2024
Hava vit vant okkum við kríggið millum Hamas og Ísrael, verður spurt í sendingini. Og amerikanarar sleppa at velja millum Biden og Trump í heyst.
07-03-2024
Fosturtøka er politiskt tabu. Tað er ein niðurstøða í greinasavninum "abort - grundgevingar fyri rættin at velja sjálv". Samrøða við ritstjórarnar og politiskt kjak
05-03-2024
Hvat eru tað fyri virðismikil mineralir í føroysku undirgrundini, og reiðarafelagið fyri handilsskip sóknast eftir tvískattaavtalum
01-03-2024
Hvat er ein public service sáttmáli, og hví skulu vit hava ein?
29-02-2024